Vit halda til á, Heygstún 11 á Argjum.
Á klinikkini starvast Ári Rasmussen, kiropraktorur og Fríðunn Jacobsen, skrivari.
VÆLKOMIN TIL OKKARA
Okkara virðisgrundarlag er at hjálpa tær so gott sum yvirhøvur tilber.
-hetta gera vit við upplýsing, vegleiðing og viðgerð
Hóast vit hava ymiskar útbúgvingar, viðgera vit nógvar teir somu trupulleikarnar, sum til dømis høvuðpínu, aksla-, mjadna- og lendapínur.
Allir yrkisbólkar hava ymiskar styrkir og veikleikar. Við at arbeiða saman og brúka styrkina hjá hvørjum øðrum, kunnu vit hjálpa fleiri fólkum enn, um vit arbeiddu hvør sær.
Munurin er, at vit hava ymiska bakgrund, upplæring og royndir, sum ger, at vit síggja støðurnar ymiskt, vit viðgera tær ymiskt og til tíðir, fáa ymisk úrslit. Hettar er styrkin við at hava fleiri yrkisbólkar undir somu lon.
Eisini skal havast í huga, at tað kemur meir enn so fyri, at fólk hava brúk fyri fleiri ymiskum viðgerðarhættum fyri at koma á mál.
Fakøkini fysioterapi, osteopati og kiropraktikk kunnu stuðla hvørt annað. Vit menniskju eru ymisk og sjálvt tá pínurnar hjá okkum líkjast, kunnu orsøkirnar til hesar vera sera ymiskar og krevja ymiskar tilgongdir og viðgerðarhættir.
HVØR YRKISBÓLKUR KANN HJÁLPA TÆR BEST?
Møguliga hugsar tú, hvør av tykkum kann hjálpa mær best og hvønn skal eg bíleggja tíð hjá?
Tað er ikki lætt hjá tær at vita, men hesin spurningur verður best svaraður við at fáa eina kanning frá einum av okkum. Til fyrstu viðtaluna gjøgnumganga vit sjúkrasøguna, gera eina kanning og síðani verður mett um hvør viðgerð kann hjálpa tær best.
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Hví koma fólk til okkara?
Tær mest vanligu orsøkirnar eru:
Høvuðpínu
Nakkapínu
Svimbulheit
Pínu í akslum og herðum
Pínu ímillum herðabløðini sum kann strála frammantil á bróstkassanum.
Lendapínu
Lendapína við útstráling, iskias, diskus prolaps
Mjadnapínur
Pínur í knøum, fótliðum, albogum og skøvningum
Møði, ringt við at slappa av, ringt við at hugsavna seg, krampar er vanligt eyðkenni sum ofta fylgja við spenningum og pínu
Ítrottarskaðar og afturvendandi ítrottarskaðar
Kolik hjá pinkubørnum