KIROPRAKTIKK

Í stuttum:

Kiropraktikk ella manuell terapi er ein aldargamal viðgerðarháttur, sum hevur verði nýttur í øllum teimum stóru mentanum kring heimin í áratúsund.

Undir heitinum kiropraktikk hevur hesin yrkisbólkurin virkað síðani síðst í  1800 talinum.

Hesi síðstu gott hundrað árini er hendan yrkisgrein ment og hevur fingið eitt gott vísindaligt støði at standa á. Ein góðkendur kiropraktor hevur eina 5 ára universitetsútbúgving og virkar sum primerkontakt í heilsuverkinum. Tað merkir, at tær nýtist ikki ávísing frá lækna fyri at koma til kiropraktor, og heldir ikki nýtist tær ávísing fyri at fáa pening aftur frá Heilsutrygd.

Útgangsstøði undir kiropraktikkini er at allir liðir í kroppinum hava eitt ávíst rørslumynstur. Til dømis vita vit, at eitt knæ kann (og skal kunna) boyggjast aftur og fram. Eisini vita vit, at um knæið bert kann boyggjast 10 gradir, so er okkur galið við tí. Hvat ið galið er, vita vit ikki, men vanliga kann ein kanning finna fram til orsøkina. Um man er heppin, finst ein góð viðgerð og man kann endurskapa normala rørslu í liðin, soleiðis at lívið kann livast uttan ampa og pínu.

Tað sama er galdandi við øllum øðrum liðum í kroppinum. Vit vita hvat fyri rørslu ymisku liðirnir eiga at hava, og um teir ikki eru førir fyri tí, er okkurt galið, júst sum tá knæið hevur mist rørsluna.

Arbeiðsumráðið hjá einum kiropraktori er at diagnostisera, viðgerða, fyribyrgja og endurskapa normala rørslu í rørslulagnum. Óansæð um tað er eitt knæ, ein albogi, geislar, herðar, nakki ella lendar.


Eitt sindur meira um kiropraktikk:

Men tað er eitt sindir meira samansett.

Fortreytin fyri einum lívi uttan pínur er eitt gott rørslumynstur. Góð og sunn rørsla uttan pínu er grundað á vælvirkandi liðir, vælvirkandi vøddar og eitt vælvirkandi nervalag. Og tí er ikki nokk bert at viðgerð liðir ella bert at viðgerða vøddar ella bert at viðgerða nervalagið, øll trý mugu fáast at virka á besta hátt fyri at forða fyri, at pínan gerst afturvendandi.

Arbeiðsumráðið hjá kiropraktorum er at diagnostisera, fyribyrgja, viðgerða og endurskapa normala funktión í liðum, vøddum og nervalagi.

Nøkur vanlig dømi.

Tað sum hendir, tá skeivir nervaimpulsir fara ímillum liðir, vøddar og nervalagið er, at liðir, vøddar og nervalag ikki virka, sum tey eiga. Hetta kann vísa seg sum afturvendandi akutt hald í nakka og ryggi, men mest vanligt man vera, at man hevur høvuðpínu, hevur ilt ella er stirvin í til dømis nakkanum, lendunum ella akslunum. Møði í lendunum, møði ímillum herðabløðini eftir at hava gingið ella staðið eina løtu, ella at tað kennist tungt at halda høvdinum eru øll vanlig dømi um at samspælið ímillum nervalagið liðir og væddar, ikki er sum tað eigur.

Eisini eru almenn eyðkenni sum møði, ørilsi og vantandi evni at hugsavna seg vanlig eyðkenni, sum kunnu stava frá, at nervalagið (liðir og vøddar) ikki virkar sum tey eiga.

Flest fólk koma til kiropraktor, tí tey hava ilt, men vert er at nevna, at tey allar flestu eisini eru móð. Liðir og vøddar ávirka nervalagið og heilan meira enn man skuldi trú.

At endurskapa hesa ringrás er fremsti førleiki hjá einum kiropraktori. Man kann siga, at vit ikki ”viska” pínuna (ella møðina) burtur, men at vit endurskapa normal funktión í liðum, vøddum, nervalagi, og tað viðførir, at sjúkueyðkennini fána burtur.

Kronisk pína:

Fyrst má sigast at kronisk pína kann koma av nógvum ymiskum ávum. Men ein sera vanlig orsøk er, tá fólk hava livað í áravís við nervalagi, vøddum og liðum sum ikki hava virka, sum tey eiga.

Tá nervalagið sendir skeivar impulsir til vøddar, sendir nervalagið eisini skeivar impulsir til stuðulsvøddarnar, sum ryggurin er vavdur inní . Skeivar impulsir til stuðulsvøddarnar yvir fleiri ár gera vøddar og ryggin minni harðfør og meira móttakilig fyri skaðum og pínu. So líðandi fer man at tola minni og minni, og tað er (ofta) grundarlagið undir afturvendandi kroniskum spenningum, møði, pínum og afturvendandi haldi í ryggi og nakka. Til síðst fara nakki og ryggur í krampa fyri eitt gott orð, til dømis kann man fáa ilt í ryggin ella nakkan bert við at sita ella standa boygdur framyvir. Man tolir alt ov lítið av, tí stuðulsvøddarnir eru vorðnir veikir og hava mist evnini til at virka, sum teir eiga. Ein grundleggjandi ávirkan av kiropraktor viðgerð er, at hon fær gongd aftur á stuðulsvøddarnar.

Kiropraktor viðgerð miðar ímóti at endurskapa optimala funktión í liðum, vøddum og nervalagi, soleiðis at vit gerast meira robust, tola meiri belastning og gerast meira mótstøðufør ímóti pínu, møði og spenningum.