KORONA
Tíðindir í samband við Korona

VIT HAVA OPIÐ
24.8.2020
Vit hava nú opið sum vanligt eftir at vit hava hildi summarfrítíð.
Av tí at Korona enn er í landinum gera vit alt fyri at fyribyrgja smittuspjaðing. Vit testa okkum regluliga fyri Covid-19 og fylgja ráðunum hjá mynduleikunum.
Um tú hevur tekin uppá korona, kanst tú ikki koma á klinikkina.
Tað vil siga um tú hevur krím ella tekin tit tess. Hosti, rennandi næsar, høvuðpína, eymheit í vøddum ella í kroppinum, febur ella tekin um febur, niðursettan luktisans, trupulleikar við at anda eru øll eyðkenni, sum gera at tú ikki kanst koma á klinikkina.
Tá tú bíleggur tíð, verður tú spurd(ur) um hesi viðurskifti.
Tú kanst bert koma á klinikkina, um tú hevur bókað tíð frammanundan. Ring ella skriva til okkara, um tú skalt bóka tíð ella hevur spurningar.
Bíðirúmið er flutt út í bilin, so um tú kemur í góðari tíð, er best at bíða úti i blinum sum longst og koma inn í okkara bíðrúm beint áðrenn tína tíð. Kemur tú til gongu ella við bussi, er tú sjálvandi vælkomin at bíða inni hjá okkum
Komið einsamøll og bert um heilt neyðugt er, kunnu avvarandi koma við.
Spritta hendurnar, tá tú kemur inn.
Ikki drála í bíðirúminum, tá tú ert liðug/ur, minka um tíðina í felagsøkinum mest møguligt.
Hevur tú spurningar er tú meira enna vælkomin at ringja til okkara.
Heilsan Fríðunn, Hildur og Ári
Hildur á tlf: 218 206
Ári á tlf: 320212