UM OKKUM

ÁRI RASMUSSEN

Eg eri føddur í 1962 og varð liðugur at lesa til kiropraktor í 1989. Tá eg las, kundi man bert lesa tvey tey fyrstu árini á Syddansk Universitetinum í Danmark, og síðan mátti man longur burtur. Eg tók tey fýra árini á yvirbygnaðinum í Bournemouth í Onglandi. Í dag kann øll útbúgvingin takast á Syddansk, hon tekur fimm ár við eftirfylgjandi turnus og krav um eftirútbúgving. Útbúgvingin er góðkend av danska Sundhedsstyrelsen, sum gevur góðkenning (autorisatión). Kiropraktor-heitið er eitt vart heiti, sum skal geva okkara viðskiftafólkum vissu fyri, at tey møta vælútbúgvnum fólki, har góðskan innan viðgerðirnar er á einum høgum støði.

Eftir loknan lestur arbeiddi eg eitt ár í Svøríki, áðrenn eg flutti til Norra, har eg arbeiddi í 9 ár, tey síðstu 6 árini við egnari klinikk. Tey síðstu knapt 20 árini havi eg starvast í Føroyum.

Gjøgnum øll árini havi eg tikið eina ørgrynnu av skeiðum og eftirútbúgvingum, mest innan akupunktur við einum parti í Nanjing í Kina, nervalæru, lívsstíl, rørslumynstur, venjing og uppvenjing.

Eg havi arbeitt mest við ’vanligum fólkum við vanligum trupulleikum’, og mest vanligt er, at fólk hava ilt í høvdinum, pínu í nakka, herðum, akslum, lendum og mjadnum. Eg havi eisini arbeitt nógv við ítróttarskaðum og verið tilknýttur ítrottarfeløgum í áravís.


Eg haldi meg hava verðins besta arbeið. At fara til arbeiðis við eini vitan, sum eg havi brúkt meginpartin av lívinum at fáa til høldar við eittans endamáli at kunna hjálpa mínum viðskiftafólkum, er eitt gott útgangsstøði fyri einum góðum degi. Í summar var tað 30 ár síðan eg var útbúgvin kiropraktor, og tað er gott at kunna siga, at mær dámar betri at fara til arbeiðis í dag enn nakrantíð.

FRÍÐUNN JACOBSENN SKRIVARI

.